Í morgin verður upplestur á barnabókasavninum í Havn, har Bergur Rasmussen fer at lesa upp søguna um Herviliga Henry, tá hesin á sinni stillaði upp til skúlastýrisval.
Allan dagin liggja Herviligi Henry-uppgávuørk frammi, og Henry bjóðar hendan eina dagin børnunum bomm. Júst sum hann lovaði, tá barnavalið varð hildið herfyri.