Klaksvík: Tekniski skúli var eitt av evnunum í valstríðnum í Norðoyggjum upp undir løgtingsvalið, og eftir øllum at døma hevur onkur verið misnøgdur eftir valið, tí valnáttina varð herverk gjørt á skúlan við Skúlavegin.
Einar 10 plátur av klædninginum eru sparkaðar inn og oyðilagdar, og skaðin verður mettur at kosta fleiri túsund krónur.
Løgreglan í Klaksvík kannar málið, men hevur eingi spor at ganga eftir uttan fótaspor á teimum brotnu plátum.
Tí vil løgreglan gjarna frætta frá fólki, sum hava sæð nakað illgrunasamt í nánd av skúlanum valkvøldið.