- Hetta er sera óheppið!
Tað sigur Landsverk, nú tað enn einaferð er staðfest, at ein av tunlunum hevur verið fyri herverki.
- Hóast tað eru meiri enn tvey ár síðani seinast, hendir tað tíverri av og á, at útgerð í føroysku tunlunum er fyri herverki.
Og nú er eisini staðfest, at neyðljósskipanin í Trøllanestunlinum hevur verið fyri herverki.
Í hesum sambandi er herverk framt á 10 av neyðljósunum, sum eru fest á veggin í Trøllanestunlinum.
- Tað er sera óheppið, at ljósini ikki fáa frið, tí tey eru sett upp við einans endmáli, nevniliga at betra um trygdina í tunlunum.
- Seinast herverk varð gjørt á tunnilsútgerð, var í juli 2011, tá vóru tað skeltini í tunlunum Norður um Fjall, sum eru Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.
Áðrenn ta hendingina vóru ljósskipanin í Gásadalstunlinum og Hovstunlinum eisini fyri herverki, eins og sløkkiútgerðin í Leynatunlinum og Norðskálatunlinum.
Hesi herverk vóru í 2009 og 2010.
Landsverk sigur, at eins og undanfarnu tilburðir, er herverkið í Trøllanestunlinum hesa ferð, eisini meldað til løgregluna.










