- Vit kunnu ikki góðtaka slíkan atburð. Í framtíðini verða herverk uttan ávaring send løgregluni til viðgerðar, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, har tey sjálvsagt harmast um støðuna.

Herverk í miðbýnum á Tvøroyri

Ein keðilig gongd hevur seinastu tíðina tikið seg upp í miðbýnum á Tvøroyri, har herverk er framt á kommunalar og privatar ognir.

- Vit kunnu ikki góðtaka slíkan atburð. Í framtíðini verða herverk uttan ávaring send løgregluni til viðgerðar, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, har tey sjálvsagt harmast um støðuna.

Næst seinasta vikuskiftið vórðu fleiri av prýðiligu plantunum í miðbýnum á Tvøroyri oyðilagdar og ryktar upp við rót. Bingjur til burturkast og borð vóru koppaði, plantupottar knústir og ymiskt annað var eisini gjørt.

 

- Hetta seinasta vikuskiftið er so aftur herverk framt. Lásið í tí eini av hugnaligu smáttunum á havnalagnum er brotið av hurðini. Flaggstongin við Tvøroyrar Bygda-og Sjóvinnusavn er brotin, og vakra flagtakið á elligomlu Gestastovuni á havnalagnum hevur eisini fingið skaða, tí flag er loyst og blakað út á vegin og bøin beint við.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Hetta er sera harmiligt, tí kommunan brúkar nógva orku og ikki minst pening til at fríðka um býin, soleiðis at hann er innbjóðandi fyri borgarar og gestir.

 

Tvøroyrar kommuna kann sjálvandi ikki framhaldandi góðtaka slíkan atburð, ið sýndur er seinastu tíðina. 

 

- Tí vilja vit heita á borgarar og gestir annars um at boða kommununi frá, um sæð verður, hvør fremur herverk. Í framtíðini verða herverk uttan ávaring send løgregluni til viðgerðar, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

- Vit kunnu ikki góðtaka slíkan atburð. Í framtíðini verða herverk uttan ávaring send løgregluni til viðgerðar, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, har tey sjálvsagt harmast um støðuna.