Herurin í Kili viðgongur píning og morð

Fyri fyrstu ferð í meiri enn 30 ár hevur hervaldið í Kili viðgingið illgerðirnar ímóti politisku andstøðingunum tey árini, hernaðarstýrið sat við valdið

Líka síðani tað blóðuga hernaðarkvettið tann 11. september í 1973 hevur hervaldið í Kili avsannað, at politiskir andstøðingar vórðu píndir og myrdir tey seytjan árini, herurin hevði valdið í landinum. Men nú ein almenn frágreiðing hevur avdúkað framferðina hjá hernaðarstýrinum, viðgongur herleiðslan illgerðirnar.
Í frágreiðingini stendur, at minst 35.000 fólk vórðu sett í fongsul og illa pínd. Meiri enn 3.000 vórðu myrd. Summi teirra vórðu slept úr tyrlum niður yvir Kyrrahavið ella jøklarnar í Andesfjøllunum. Nøkur teirra vórðu tveitt livandi úr tyrlunum.
Núverandi verjuovastin í Kili, generalurin Juan Emilio Cheyre, bað um vikuskiftið kilska fólkið um umbering.
? Øll hesi árini hevur hervaldið avsannað illgerðirnar. Vit hava umborið okk-um við, at tað kalda kríggið herjaði tá, og at tað var neyðugt at berjast ímóti teimum vinstravendu. Men hetta er eingin umbering fyri at pína og myrða fólk. Tí biði eg øll tey, sum gjørdust offur fyri hesari framferðini, um umbering, segði generalurin við blaðið La Tercera.
Ricardo Lagos, forseti, er sera fegin um, at hervaldið hevur viðgingið síni mistøk.
? Hetta er eitt søguligt skjal, tí hetta er fyrstu ferð, at hervaldið viðgongur, at mannarættindini vórðu brotin, meðan hernaðarstýrið hjá Pinochet ráddi. Hetta er ein fagnaðardagur fyri tað kilska demokratiið, sigur tann sosialistiski for-setin.
Sambært frágreiðingini um framferðina hjá hernaðarstýrinum vóru tað ser-liga herurin og herflotin, sum gjørdu seg inn á andstøðingarnar, og hildið verður, at umleið 70.000 hermenn og onnur tóku lut í tiltøkunum. Teir flestu andstøðingarnir vóru studentar, fakfelagsleiðarar, vinstrasinnaðir politikarar og mentafólk.
Gamli hernaðarleiðarin, Augusto Pinochet, er higartil sloppin undan rættarsókn, tí læknar hansara halda ikki, at hann er nóg byrgur til at koma fyri rættin. Ákæruvaldið hevur kravt hann kannaðan av nýggjum, og nú verður bíðað eftir, hvat tær kanningarnar hava víst, skrivar Reuter úr Santiago.