Støðan í Egyptalandi versnar nógv fyri hvønn tíma sum gongur. Støðan er nú tann, at herurin boðar frá, at um forsetin og andstøðan ikki semjast, so tekur herurin sakina í egnar hendur.
Herurin í Egyptalandi vil avtaka grundlógina í landinum, og upploysa parlamentið, um eingin loysn er funnin á politisku kreppuni í landinum áðrenn mikudagin. Tað veit Reuters at siga í kvøld.
Sambært keldunum hjá Reuters ætlar herurin at seta sína "koyriætlan" í verk, um ikki tann islamski forsetin, Mohamed Mursi, og andstøðan megna at finna eina semju.
Grundlógin, sum Muslimsku Brøðurnir hava sett í verk, skal broytast innan fáar mánaðir, siga teir í herinum.
Keldur siga eisini, at herleiðslan framvegis kjakast um smálutirnir í tí ætlan, sum teir ætla at seta í verk, sum politisku samráðingarnar ikki eydnast.
Støðan í Egyptalandi er nú so hættislig, at danska Uttanríkisráðið heitir á fólk um ikki at ferðast til Egyptalands, uttan tað er neyðugt.
Fleiri donsk ferðafeløg hava avlýst sínar túrar til Egyptalands, sum annars undir vanligum umstøðum er eitt vælumtókt ferðamál millum danir og skandinavar sum heild.










