Hertóku Havnina

Tað var mest sum undantaksstøða í Havnini, tá skotar av álvara settu seg á býarmyndina mikudagin

Fótbóltur

 

Talið av kiltum í býarmyndini hevur verið alsamt vaksandi seinastu dagarnar, og nú dystardagur er, hava skotarnir veruliga sveiggjað seg upp.

Tíðliga mikudagin høvdu teir mest sum hersett Tinghúsvøllin, har eitt stórt flagg varð breitt yvir svørðin, og so kundi gamli Rasmus illa gera annað enn bara hyggja.

Og eisini við Hotel Tórshavn høvdu teir gjørt greitt, hvør hevði valdið í býnum, tá ein risa landsliðstroyggja varð fest á bygningin.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur sigur, at hóast skotarnir eru bæði nógvir og kátir, so hava teir uppført seg øgiliga pent og eru fittir og fyrikomandi allir sum ein.