Hersetingin seinkaði føroysku Bíbliuni

Í ár eru 70 ár síðani øll Bíblian fyrstu ferð bleiv útgivin á føroyskum.

19. mars 1949 er útgávudagurin á Bíbliuni eftir týðingini hjá Victori Danielsen. Hetta var fyrsta fullgíggjaða umseting av Bíbliuni, sum kom út á føroyskum. Nøkur ár seinni kom so tulkingin vanliga kalla Dahl’s Bíblia, eftir Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø.

 

Sigast má, at Bíblian bleiv lutfalsliga seint tøk á føroyskum, tí fyrstu norðurlendsku útgávurnar komu um trúbótina, tann danska í 1550, á svenskum í 1541 og á íslendskum í 1584.

 

Í tíðarskeiðnum um 1. Heimsbardaga var stórt stríð um at sleppa at nýta føroyskt í skúla og kirkju og Jákup Dahl var ein av oddamonnunum í hesum stríðnum. Longu í 1921 fór hann undir at týða Bíbliuna og fyrstu partarnir, Sálmarnir og Orðtøkini, komu út tá. Síðani fór hann undir at týða Nýggja Testamenti til føroyskt.

 

Føroyskt hevði kanska lættari við at vinna frama í brøðrasamkomunum, sum vóru leysar frá donsku myndugleikunum. Victor Danielsen skrivar sjálvur soleiðis:

- Í 1934 byrjaði eg at umseta Nýggja Testamenti. J. Dahl var longu nøkur ár frammanundan liðugur at umseta tað. Nýggja Testamenti hjá Dahl var eisini prentað, men í so fáum eintøkum, at tað ikki kundi gerast almannaogn, og einki hoyrdist um, at ætlanin var at prenta tað uppaftur. Um várið 1937 var umseting mín liðug at prenta. Ikki fyrr enn stutt frammanundan hoyrdist, at Dahls Nýggja Testamenti var farið til prentingar, og nú gekk skjótt at fáa tað liðugt. 3 vikur eftir, at mítt var komið út, kom hansara eisini. Sama ár var tað autoriserað, endurgevir Jógvan á Lakjuni Victor Danielsen fyri at skriva í grein á EVR í 2014.

 

- Í mars 1937 byrjaði eg at um seta Gamla Testamenti og var liðugur í mai 1939 (í kladdu). Síðani revideraði eg Nýggja Testamenti frá 1937, og sonur mín maskinskrivaði alla Bíbliuna fyri meg. Vit skuldu so lata hana prenta í Oslo og høvdu fingið rættlestur av knappliga 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan av 1947, prenting viðvíkjandi. Tá varð farið undir at prenta Bíbliuna í Føroyum. Men tá las eg aftur alt handritið ígjøgnum, bæði G.T og N.T. og revideraði málið rættiliga nógv, skrivar Victor Danielsen.

 

Hann arbeiddi sostatt við hesi týðingini av Bíbluni í 15 ár, og var beint undir 55 ára gamal, tá hon bleiv útgivin.

 

Hvussu stóran týdning hendan føroyska útgávan av Bíbliuni hevur havt, man vera ilt at meta um, men fyri mong hevur hon spælt ein ómetaliga stóran leiklut í lívinum.

 

Victor Danielsen fekk í 1950 eina heiðursgávu frá Mentanargrunni Føroya Løgtings fyri sítt arbeiði við Bíbliuni. Heiðursgávan var 3.000 krónur.

 

Teir, sum settu og prentaðu Bíbliuna vóru Niels Juel Joensen, seinni Háberg, Richard Næs, Poul Karbech Mouritsen og Esmar Jacobsen.