Í Bretlandi hevur mótstøðan ímóti krígnum í Irak ongantíð verið so stór sum nú, og flestu bretar vilja hava heimenninar heimaftur, sama hvussu støðan í Irak er, skrivar The Daily Telegraph.
Tað sæst í einari kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri The Daily Telegraph. Har siga 57 prosent av teimum spurdu, at tað var skeivt av George W. Bush og Tony Blair at fara í kríggj fyri Irak, og 55 prosent krevja, at teir bretsku hermenninir verða tiknir úr Irak beinanvegin ella innan eitt ár. 39 prosent halda, at hermenninir skulu verða verandi har, til irakar sjálvir eru førir fyri at tryggja lóg og landaskil.
Tony Blair kann sambært kanningini ugga seg við, at hansara veljarar taka undir við avgerð hansara at leypa á Irak. 54 prosent av teimum spurdu veljarunum hjá Arbeiðaraflokkinum siga, at Blair gjørdi tað rætta. Tað halda bara 30 prosent av teimum konservativu veljarunum.