Heri Ziska var í nánd av bronsumerkinum í klingruvarpi, men endaði sum nummar 4 Besta kastið hjá Hera Ziska var 42,85 metrar, og tað var miðskeiðis í einari røð av køstum, sum vóru um teir 42 metrarnar.
Heri Ziska var ein góðan hálvan metur frá bronsuplássinum, sum Erik Larsson av Gotlandi fór við.
Zane Duquemin av Jersey var nógv sterkastur, og hann vann kappingina við einum kasti, sum var stívliga 50 metrar.









