Heri royndarvenur í Næstved

Betri deildin menn: Heri Hjalt Mohr venur í hesum døgum við danska Næstved

Heri Hjalt Mohr venur í hesum døgum við danska Næstved. Høgri bakkurin hjá HB hevur eitt ynski um at royna nakað nýtt og hetta er ein møguleiki. Í fyrstu atløgu er talan um eina royndarvenjing, verður sagt úr NextStep Sports Management, sum umboðar Hera H. Mohr.

 

Næstved hevur fyri kortum havt Jóannes Kalsø Danielsen í hópinum, og undan honum var Finnur Justinussen í álopinum. Gøtumaðurin var eitt skifti toppskjútti hjá Næstved. Tí kenna tey til føroyskar spælarar í feagnum.

 

Næstved er í løtuni í toppinum í næstbestu deildini í Danmark. Tað er Peter Bonde, sum er venjari. Hann var tíðarskeiðið 2006 til 2016 hjálparvenjari á danska A-landsliðnum hjá monnum, tá Morten Olsen var landsliðsvenjari.

 

Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB og fekk sítt stóra gjøgnumbrot á Argjum. Hann skifti aftur til HB, har hann eisini vann sær pláss á landsliðnum. Seinasta kappingarárið var tó merkt av fleiri skaðum.