Heri og liðfelagarnir komu á sigursslóðina aftur

Strømmen er trý stig frá oddinum í triðbestu norsku fótbóltsdeildini

Heri Hjalt Mohr spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Strømmen tóku móti Strindheim á heimavølli í triðbestu norsku fótbóltdeildini.

 

Aftaná tvey tap á rað reisti Strømmen seg í dag við einum greiðum 3-0 sigri.

 

Sindre Rindal syrgdi við tveimum málum fyrstu 15 minuttirnar fyri, at Strømmen fekk eina rimmar byrjan upp á dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Mats Lunde til 3-0.

 

Strømmen er nummar fimm í bólki 2 í deildini við 16 stigum fyri níggju dystir. Strømmen hevur bert trý stig upp til oddaliðið, Kjelsås sum hevur 19 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Strømmen móti Grorud á útivølli.