30. november 1993 mælti landsstýrið løgtinginum til at keypa Debessartrøð frá Tórshavnar býráði.
Um eigaraskifið fór fram, veit undirritaði ikki.
Í 1994 varð ein táttur yrktur um Debessartrøð til heystveitsluna á Fróðskaparsetrinum.
Debessartrøð er ein av teimum vøkru traðunum í Havn, sum okkara langabbar (18-hundrað øldin) við ófatiligum stríði og arbeiði veltu upp úr nýggjum. Trøðin, kúgvin, Stórigarður og fýramannafarið í Nólsoyarfjørði gjørdust teirra lív og sál.
Debessartrøð er ein av teimum heilt fáu traðunum, sum ikki eru horvnar til byggiøki ella farnar undir asfalt.
Tað var ikki av tilvild, at mentamaðurin M. A. Jakobsen [vanliga kallaður Mass] (19-9-1891 – 31-5-1944) var sálin í tí nýggja bókasavninum, sum varð bygt og tikið í nýtslu í 1931 á Debessartrøð. Har kom eisini virðiligur minningarsteinur um V. U. Hammershaimb at standa.
Fleiri mentanarstovnar halda til á Debessartrøð: Bókasavnið, Forngrípagoymslan, Neystið á Trøðni, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fróðskaparsetur Føroya o.a.
Rasmus Effersøe (30-5-1857 – 23-3-1916) yrkti: ”…tú finnur vøllir vakrar, har grasið vakurt grógva man. Ímeðan grasið vakurt grør…Eg elski mína móðurjørð…tí her er gott at vera…”
Men nú er broytt í holuni við umsiting og røkiskapi á Debessartrøðni og øðrum grønum økjum í okkara høvuðsstaði: Fjøllini eru gingin og krovini hanga til ræsingar í hjallum, meðan grasið á Debessartrøð er ósligið, burturgloymt, tann lívgevandi vøllurin følnaður í órøkt, ikki so mikið sum eiti av grasbýti.
Og so tann grøni vøllurin á Frælsinum, sum hoyrdi til Læraraskúlan og Venjingarskúlan [nú til Fróðskaparsetrið]. Alt hetta bygt og goldið og umsitið av ríkiskassanum og Havnar kommunu, til tað varð yvirtikið sum løgtings- og ella kommunuogn (?) í 2001.
Heldur ikki hesin grøni plettur tykist at hava nakra mjúka hond.
Og hetta fer fram júst har, ið okkara universitet skuldi víst sín vakurleika.
Flovisligt at vísa fremmandum fólki, sum vitja og virka har í stórum tali.
Í øðrum framkomnum londum eru universitetini inkarnatión av vakurleika og stoltleika. Eitt nú í Danmark, har vit føroyingar í túsundatali hava notið og njóta mentan og vakurleika á 10 universitetum.
Men slíkir vakurleikar koma kanska ikki okkum við?
Heri Mohrhttp://umsiting.in.fo/