Oyggjaleikir: Ì gjárakvøldið vann Heri Ziska enn eitt heiðursmerki á oyggjaleikunum. Hesaferð í klingrukasti.
Í dag fekk in.fo/Rás2 orðið á Hera, og hann slær fast, at hann ætlar at hanga í, inntil teir ungu gerast betri enn hann, og brúk ikki er fyri honum longur á oyggjaleikaliðnum í kastigreinunum.
Heri er væl nøgdur við umstøðurnar á Bermuda, og sigur seg kasta best í heitum veðurlagi.
Ovast er ein ljóðsamrøða við Hera Ziska.