Herða stríðið ímóti narkotika í Føroyum

Nú verða fleiri rúsevni ólóglig í Føroyum, sum higartil hava verið lóglig


Stríðið ímóti at narkotika í Føroyum, verður nú hert.

Ì dag hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta nýggja lóg um rúsevni í gildi í Føroyum.

 

Talan er um danskt málsøki, men donsku reglurnar kunnu setast í gildi fyri Føroyar, tá ið føroyskir myndugleikar vilja tað.

Og nú er so ætlanin at seta nýggjastu donsku reglurnar í gildi í Føroyum.

 

Bæði Fútin og Taks hava gjørt vart við, at reglurnar eiga at verða dagførdar í Føroyum.

Seinastu árini eru ein røð av nýggjum rúsevnum komin fram, men tey eru ikki ólóglig í Føroyum.

 

Hetta hevur ta óhepnu avleiðing, at tá ið løgreglan, ella tollvaldið, leggja hald á hesi rúsevni, sum ikki eru fevnd av galdandi reglum, ber ikki til at revsa.

 

Í sambandi við broytingarnar, mælir fútin til at strika ásetingina um at tað skal bera til at lata geva  ávaring.

 

Orsøkin er, at í Føroyum er vanligt at revsa við bót, tá ið talan er um smávegis nøgdir av rúsevnum.

Karsten Hansen sigur, at viðmerkingin frá fútanum er tikin til eftirtektar, og uppskotið er broytt samsvarandi.

 

Annars er revsingin fyri brot á lógina um rúsevni vanliga harðari í Føroyum enn í Danmark.

 

- Hetta kemst av, at sjálvt smáar nøgdir av rúsevnum kunnu hava við sær størri skaðiligar avleiðingar í einum lítlum samfelag, sum í Føroyum, enn í einum størri samfelag, sum í Danmark.

 

- Harafturat er søluprísurin,  og harvið vinningurin, av slíkari sølu munandi hægri í Føroyum enn í Danmark.