Hercules er nú upphøgdur

Stóri verksmiðjutrolarin, Hercules, ið hevur ligið, síðan hann brann, er nú upphøgdur. Tað var felagið hjá Anfinni Olsen í Fulgafirði, sum átti skipið, ið varð keypt frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Heimasíðan www.skipini.fo skrivar, at ætlanin hevur verið at seta skipið í stand, og áður hevur Portalurin skrivað, at ymiskar ætlanir hava verið við skipinum. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, var einaferð upp á tal at umbyggja skipið til seismikkskip.

- Men nú stendur á heimasíðuni hjá skipaskrásetingini, at skipið er upphøgt, so nú gerst einki við stóra trolarin, skriva skipini.fo.

Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, ið keypti skipið til Føroya í 2007, men tá eldur herjaði, og skipið varð lagt, keypti Anfinnur Olsen Hercules, sum nú altso er upphøgt.

Portalurin kann leggja aftrat, at systirskipið hjá Hercules, Athena, sum fórst illa av herviligum eldi í Runavík, verður upphøgdur í Esbjerg.