Herborg H. Gaardlykke varð vald fyri fyrstu fer í býráðið á kommunuvalinum í november 2020, einans 19 ára gomul og lesandi á triðja ári á Glasi. Men nú hevur hon valt at fara víðari við sínum lesnaði og flytur til Keypmannahavnar at lesa.
Hetta skrivar Vága kommuna á vaga.fo.
Inn fyri Herborg er komin ein annar nýggjur ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen úr Sandavági. Av tí sama skuldu nevndirnar í býráðnum veljast av nýggjum og varð tað gjørt á býráðsfundinum sum var týskvøldið 29. august, nýggju nevndirnar kunnu síggjast við at klikkja her.
Vit takka Herborg fyri hennara tíð og góða samstarv í býráðsarbeiðinum, og ynskja henni bestu eydnu við lesnaðinum, og samstundis vilja vit bjóða Jóhannus Hansen vælkomnan í býráðið, skrivar vaga.fo.