Herálvur A. Jensen, sum í áttatiárunum spældi í gospelbólkinum Samsint, hevur givið eitt nýtt lag út.
Í dag var hann á vitjan hjá FM1, ið skrivar soleiðis á facebook:
Nýggja lagið eitur Memories og teir, sum spæla saman við honum eru: Benjamin Tausen á Lava, Bernhard Petersen, Bjarni Jøkladal og bróður Herálv, Andrew Jensen. Upptøkan er gjørd í Bloch Studio.
Í samrøðuni spæla vit eisini lagið, sum hann hevði gjørt til útgávuna hjá Samsint.
Samrøðan er at hoyra á facebook vanganum hjá FM1.
Herálvur greiðir í samrøðuni m.a. frá, at nýggja lagið væntandi verður at hoyra á Spotify í næstum.