Her vinnur KÍ á HB

Video: Her ber til at síggja teir næstbestu hjá KÍ vinna móti teimum næstbestu hjá HB

Klaksvíkingar eru í løtuni oddalið í næstbestu deildini hjá monnum, og í dag vann KÍ níggjunda sigurin á rað í 1.deild, tá KÍ á heimavølli vann 2-1 móti arvafíggindunum úr HB.

 

Eivin Sørensen legði KÍ á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, og David Langgaard økti um munin til 2-0. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan í dystinum. Í seinna hálvleiki minkaði HB um munin, tá innskifti Páll Holm Jacobsen kom á máltalvuna.

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.