Her rýkur Brann úr Europa League

Sjónband: Gilli Rólantsson og teir taptu ímóti slovakiskum liði.

Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann høvdu skapt sær eitt gott útgangsstøði í øðrum undanumfari í Europa League, tá ið teir vunnu 1-0 í fyrra dystinum á útivølli ímóti slovakiska Ruzomberok.


Tað gekk tó ikki sum ætlað í seinna dystinum, tí á Brann Stadion í gjárkvøldið vunnu slovakisku gestirnir 2-0 og fara harvið við samlaðum 2-1-sigri víðari til triðja undanumfar, har teir møta Everton.


Gilli Rólantsson spældi inni allan dystin. Málini í dystinum síggjast omanfyri.