FC Hoyvík hevur sett Zoran Vujuvic sum venjara hjá besta kvinnuliðnum, sum komandi kappingarár skal spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Zoran Vujuvic er serbi og hevur spælt í føroyskum fótbólti frá 2019 til 2021. Fyrst í B68 og síðani í 07 Vestur, har hann síðani hevur verið venjari.
- Nevndin hevur nú í eina tíð arbeitt við at seta venjara til besta lið hjá kvinnum, sum komandi ár skal spæla í Betri deildini, og fegnast um, at vit nú hava gjørt avtalu við Zoran Vujuvic, ið seinastu árini hevur verið venjari í 07 Vestur.
FC Hoyvík hevur góða undirtøku í gentudeildini og hevur nú tikið avgerð um at spæla í Betri deildini.