Herálvur takkar fyri seg

Hann hevur verið formaður í Føroya Lærarafelag í átta ár, men nú takkar Herálvur Jacobsen fyri seg. Hann hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur á aðalfundinum hjá lærarafelagnum.

 

6. apríl verður aðalfundur í Føroya Lærarafelag, og nú er greitt, at nýggjur formaður skal veljast. Tað skrivar Skúlablaðið. Talan verður tó ikki um nakað veruligt val, tí eittans valevni er í uppskoti. Tí er longu greitt, at Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn og næstformaður í lærarafelagnum, tekur við sum formaður komandi trý árini.

 

Nú hann gevst, harmast Herálvur Jacobsen um, at tað í ov stóran mun er fíggjarpolitikkurin, sum stýrir skúlapolitikkinum, heldur enn ynski og dreymar um, hvat vit ynskja við fólkaskúlanum.

- Vit reka við streyminum og gera so nøkulunda tað, sum tey gera aðrastaðni. Í nógv størri mun er tað fíggjarkarmarnir, sum mynda skúlapolitikkin. Hetta tíðarskeiðið, eg havi verið í nevndini, hava vit vart rættindi meiri enn, at vit hava vunnið rættindi, tí ágangurin á lærarayrkið er stórur, sigur hann við Skúlablaðið.

 

Hann sigur, at í stóran mun hevur hann barst ímóti, at ætlaðar sparingar skulu ganga út yvir lærarar og næmingar í fólkaskúlanum.

- Við tepru tímajáttanini til skúlarnar hevur tað í ein ávísan mun eydnast Mentamálaráðnum at gera seg inn á arbeiðstíðaravtaluna hjá lærarum, tí lærarar í dag undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, enn teir gjørdu áðrenn 2010. Tað mest óhepna hevur verið, at tíðin til lærarasamstarv, toymissamstarv, felags fyrireiking og skúlamenning er minkað niður í flest øllum skúlum, hóast øll gransking og nútímans skúlatankar vísa, at hetta eru sera týðandi lutir. Taka vit ikki annað skinn um bak, nærkast vit tíðini aftur, har lærarar undirvístu og einki annað, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at Føroya Lærarafelag stendur á varðhaldi.

- Eins og nógvir aðrir almennir stovnar er fólkaskúlin undirfíggjaður, tað hevur Lærarafelagið gjørt vart við í nógv ár, og hóast skúlastjórar treyðugt siga tað alment, so eru flestu teirra samdir um, at tímajáttanin ikki røkkur til, at vit kunnu hava ein so góðan skúla, sum vit áttu at havt, sigur hann við Skúlablaðið.

 

Les meiri á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.