Her koyrdu bilførarar aftur ov skjótt í gjár

Tað grettir ikki, at bilførar verða tiknir tá ið løgreglan ger kanningar á hesum vegnum

Í gjár var løgreglan á ferð bæði í Eysturoynni og í Havn og í hesum sambandi hava fleiri bilførarar fingið bót serliga tí at perur vóru brostnar og tí at førarin tosaði í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Men løgreglan kannaði eisini hvussu skjótt bilarnir koyrdu, og aftur hesaferð var løgreglan á Glyvursvegi á Argjum. Og tað er av góðum grundum, tí har er talan um ein góðan og breiðan veg, har bilar altíð koyra ov skjótt. Har er bara loyvt at koyra 50, men tað grettir ikki, at bilførarir verða tiknir, tá ið løgreglan ger ferðmátingar har.

Og hesa ferð var einki undantak, tí har vórðu fýra bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tveir av teimum koyrdu ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman, so umframt bótina, fáa teir eisini klipp í koyrikortið. Bøturnar eru nakrar túsund krónur.

Verri var hjá hinum báðum bilførarunum, tí teir koyrdi ímillum 81 og og 100 kilometrar um tíman, so umframt bótina, missa teir eisini koyrikortið treytað. Sostatt mugu teir upp til nýggja koyriroynd, og klára teir ikki hana, missa teir koyrikortið.

Í gjár hendi eisini eitt lítið ferðsluóhapp á tí stutta vegastrekkinum ímillum báðar tunlarnar Norður um Fjall. Har hendi tað, at ein bilur bakkaði á ein annan, men skaðin var lítil. Løgreglan sigur, at tað hendir  seg meiri enn so at bilar, sum eru á veg inn í tunnilin, møta einum bili í tunnilsmunnanum, og tá ið teir so bakka aftur, ansa teir ikki eftir, at ein bilur er aftanfyri, og so bakka teir á.