Aftur í gjár var løgreglan á Glyvursvegi á Argjum og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyra. Har er bara loyvt at koyra 50, men hetta er ein góður og beinur vegur, har tað er skjótt at fella fyri freistingini at trýsta á speedaran.
Og í gjár vóru tað eisini nógvir bilførarar, sum vórðu skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt. Løgreglan sigur, at tilsamans fingu 21 bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt og av teimum fingu sjey bilførarar eisini klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 71 og 80 kilometrar.
Løgreglan sigur, at harumframt fingu eisini nakrir bilførarar bót fyri ikki at hava skava kavan av bakrútinum, so at teir ikki høvdu nøktandi útsýni aftureftir.











