Her eru tær nýggju iPhone-snildfonirnar

Apple avdúkaði í kvøld nýggja ættarliðið av iPhone

Í kvøld lyfti Apple slørið av teimum nýggjastu iPhone-snildfonunum. Men har vóru ikki nakrar villar ella óvæntaðar broytingar í mun til tað, sum aðrir tøknirisar hava diskað upp við seinasta árið. 

Tó so fara fleiri allarhelst at gleðast um, at myndatólini eru munandi betraði. Vanliga iPhone 11 hevur tvey myndatól á baksíðuni, og iPhone 11 Pro og iPhone 11 Pro Max hava trý.

Økta talið av myndatólum gevur eitt nú møguleika til at taka myndir frá víðum vinkli. Nakað, sum vit ikki hava sæð hjá iPhone fyrr, men Huawei hevur havt sera stóra súksess við hesum.

iPhone-snildfonirnar fáast í fleiri litum, og tær hava eisini eitt væl sterkari battarí.

##med2##

Tað mest spennandi við kvøldsins avdúkingum var ivaleyst nýggja stroymingartænastan Apple TV+, sum kemur at kappast við bæði Netflix, HBO og Disney um brúkarar í framtíðini.

Stroymingartænastan, sum hevur orginalar filmar og sendirøðir burturav, verður tøk 1. november.

Apple kundi eisini avdúka nýggju spælistøðina, Arcade, sum tey hava stórar vónir til. Harumframt vóru nýggju útgávurnar av iPad og iWatch eisini lagdar fram.

Sí samandrátt frá avdúkingini av nýggju iPhone-útgávunum her:

##med3##