NSÍ misti í gjárkvøldið oddasessin í Effo-deildini, sum teir hava havt heilt síðani fyrsta umfar varð leikt. NSÍ spældi 3-3 javnleik í Klaksvík, meðan B36 vann sín dyst 3-1 á Argjum, sum viðførir at B36 kann fara í summarsteðg á fremsta plássinum í Effo-deildini.
Omanfyri ber til at síggja drúgvan samandrátt frá dystinum í Klaksvík millum KÍ og NSÍ í gjárkvøldið. Myndamaðurin, Jóhan Thomsen, eigur upptøkurnar.
KÍ-NSÍ 3-3 (2-1)
1-0 Heðin Klakstein, 5.
1-1 Klæmint A. Olsen, 12.
2-1 Kenan Hajdarevic, 27.
2-2 Magnus H. Olsen, 47.
2-3 Jónhard Fredriksberg, 63.
3-3 Henry Heinesen, 72.










