- Spennandi verður at vita, um positiva gongdin við toskinum á Bankanum heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu er líka stór sum seinastu árini, siga tey á Havstovuni.

Her eru fyrstu toskarnir av Føroyabanka

Hóast Jákup Sverri ikki loysti fyrr enn seint í gjárkvøldið, hevur skipið longu fingið teir fyrstu toskarnar. Enn kann tó einki sigast um royndirnar á Bankanum.

- Spennandi verður at vita, um positiva gongdin við toskinum á Bankanum heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu er líka stór sum seinastu árini, siga tey á Havstovuni.

Seint í gjárkvøldið loysti havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, og stevndi út á Føroyabanka at gera vár yvirlitstrolingar. Um heystið verða eisini slíkar kanningar gjørdar, sum tá verða róptar heyst yvirlitstrolingar. 

 

Hetta eru kanningar, sum verða gjørdar á hvørjum ári - og á sama hátt hvørja ferð.

 

Endamálið við kanningunum er í fyrsta lagi at fáa eina meting av, hvussu støðan hjá botnfiskinum er á Bankanum, men á túrunum verða eisini aðrar kanningar gjørdar, sum kunnu verða viðkomandi fyri Bankan.

 

Á túrinum hjá Jákupi Sverra verða gjørd 29 hál um allan Bankan, og hálini vara í ein tíma hvørt. Mannagongdirnar eru tær somu á hvørjum túri, soleiðis at úrslitini best kunnu samanberast við aðrar gjørdar royndir á Føroyabanka. 

 

 Fiskurin verður mátaður og vigaður, og eisini verða nytrur tiknar til aldursgreiningar, umframt at magar verða kannaðir.

 

- Úrslitini verða samanborin við onnur ár. Spennandi verður at vita, um tann positiva gongdin við toskinum á Bankanum heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu framvegis er líka stór sum seinastu árini.

 

Á Havstovuni siga tey, at umframt at kanna støðuna hjá botnfiskinum, verður eisini nøgdin av tí, tey kalla e-DNA í vatnroyndum, kannað. 

 

- Her verða vatnroyndir tiknar fyri at máta nøgdina av DNA í sjónum, sum stavar frá toski og hýsu. Úrslitini frá e-DNA kanningunum verða síðan samanbornar við úrslitini frá yvirlitstrolingini.

 

Sambært Havstovuni er hetta ein fimm ára verkætlan, sum Fiskivinnuroyndir hava fíggjað.

 

- Endamálið við verkætlanini er at kanna, um e-DNA-kanningar kunnu brúkast sum partur av grundarlagnum fyri stovnsmetingum.

 

Aðrir granskingarstovnar kring heimin arbeiða eisini við líknandi kanningum, og kanningarnar á Føroyabanka eru týdningarmiklar sum ískoyti til hesa altjóða gransking.

 

Við á túrinum hjá Jákupi Sverra á Føroyabanka hesaferð er eisini eitt lítið norskt granskingarlið, sum skal taka nakrar royndir fyri at kanna, hvussu leingi DNA frá fiski heldur sær í vatnroyndunum, áðrenn tað verður niðurbrotið.

 

Starvsfólk frá Umhvørvisstovuni eru eisini við henda túrin. Tey skulu gera mátingar við sonevndu EM712-multibeam skipanini, bæði meðan trolað verður og um náttina.

 

- Hesar kanningar hava til endamáls at gera neyvar uppmátingar av botndýpinum á Bankanum, siga tey á Havstovuni.

 

##med2##

 

At enda kunnu vit leggja aftrat, at hóast túrurin hjá Jákupi Sverra ikki byrjaði fyrr enn seint í gjárkvøldið, hevur skipið longu fingið teir fyrstu toskarnar, sum síggjast á myndini omanfyri. 

 

Enn kann tó einki sigast um royndirnar á Føroyabanka, sum bert eru byrjaðar. Men, spennandi verður at frætta, tá fleiri tóv eru gjørd - serliga á toskaleiðunum á Bankanum.

 

##med3##

 

 

 

 

 

- Spennandi verður at vita, um positiva gongdin við toskinum á Bankanum heldur fram. Eisini verður spennandi at vita, um nøgdin av hýsu er líka stór sum seinastu árini, siga tey á Havstovuni.

Henda myndin er eisini tikin umborð á Jákupi Sverra. Her er toskur, hýsa, upsi og kongafiskur.

Í Klaksvík hava tey torradagar, og í Havn eru Føroyabankakvøld. Nú hevur OY eisini gjørt toskabryggj.