Her er tað seinasta um páskaveðrið

Illveðrið við kava og hvirlum nærkast

Danska veðurstovan DMI roknar við, at vindurin fer at vaksa í nátt, og í morgin verður illveður við kava og hvirlum.

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av vestri. Skýggjað, men í støðum nakað av sól. Hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt veksur vindurin upp í 17-21 m/s av vestri og útsynningi, ímóti morgni av norði. Hitin verður um frostmarkið, og tað koma kavaæl.

Páskadag verða 18-23 m/s norði og útnyðringi við hørðum hvirlum og kavaavfalli. Hitin verður um frostmarkið og 3 kuldastig.

Annan páskadag verða 18-23 m/s av norði og útnyðringi, minkandi niður í 10-15 m/s. Kavaæl, og hitin verður millum frostmarkið og 3 kuldastig, um náttina niður í 5 kuldastig.