Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur. Liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni, Afturelding, og liðið hjá Jóhannes Bjørgvin hava øll vunnið seg í endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í komandi viku verður byrjað uppá fjórðingsfinalurnar. Millum uppgerðirnar er ein føroyingauppgerð millum Val og Stjörnuna. Spælt verður best av trimum dystum í fjórðingsfinalunum.
HER er skráin hjá føroyingaliðunum:
Leygardagin 5. apríl:
Valur – Stjarnan, kl. 18.30.
Afturelding – ÍBV, kl. 18.30.
Týsdagin 8. apríl:
ÍBV – Afturelding, kl. 18.30.
Stjarnan – Valur, kl. 18.30.
Og um brúk verður fyri 3. fjórðingsfinaluni:
(Leygardagin 12. apríl:)
(Afturelding – ÍBV, kl. 18.30.)
(Valur - Stjarnan, kl. 18.30.)