Her er sendingin: Krúnprinsurin vitjar í Føroyum

Sendingin er tøk at síggja nú

Í kvøld vísti danska sjónvarpsrásin DR1 sendingina "Kongehuset på Færøerne". Her fylgir eitt sjónvarpslið Frederik Krúnprinsi, tá hann var í Føroyum í 2019, og so hoyra vit eisini Margrethu Drotning greiða frá um føroyska søgu og mentan, umframt hennara egna serliga tilknýti til Føroyar. 

 

Frederik er millum annað ein stimutúr við Mortan Johannesen, og so er hann eisini við til at rudda saman í náttúruni. Hann vitjar eisini Gretu Svabo Bech, sum vísir og fortelur honum um sín tónleik. Ætlanin var hetta árið, at Krúnprinsurin skuldi renna við til "Royal Run" í Klaksvík, men hetta bleiv av ongum orsakað av einum skaða, men hann var tó enn til staðar, og vit síggja í sendingini brot frá tiltakinum, sum hann skjeyt í gongd.

 

Sendingin er tøk at síggja á heimasíðuni hjá DR. Tú kanst síggja hanaHER.