Her er semjan millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar

Semjan millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er soljóðandi:

»Semja millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Verandi sáttmálar verða framlongdir til tann 1. oktober í 2013.

Lønirnar verða sum í hjáløgdu lønartalvum.

Orðið “sambúgvi” verður sett inn í grein 17, stk. 3 í pedagogsáttmálanum og grein 9, stk. 1 í hjálparfólkasáttmálanum.

Frá 1. apríl 2012 verða 12% av gjøldunum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í frítíðarløn. Frítíðarárið 2. mai 2012 til 1. mai 2013 verður viðgjørt sum frammanundan. Frá 2. mai 2013 fáa pedagogar ikki gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð í frítíðini, men fáa í staðin 12% útgoldið 2. mai.

§ 15, stk. 2 í sáttmálanum fyri pedagogar verður soljóðandi : “Stk. 2. Tey, ið eru sett eftir hesum sáttmála, eiga rætt til serstakt frítíðarískoyti svarandi til 1,5% av allari árslønini í undanfarna innvinningarárinum og 12% av útgoldnari yvirtíðarløn. Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

Í sáttmálanum fyri hjálparfólk kemur inn nýtt stk. 4 í § 11: „Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

Í avtaluni fyri tænastumannasettar pedagogar kemur inn nýtt stk. 2 í § 9: „Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.“

§ 10 Tíð til annað arbeiði verður orðað soleiðis:

Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Stk. 2: Hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggingini av hesum arbeiðnum. Viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum verður skipanin sum higartil.

Á Argjum tann 21.2.2012

Føroya Pedagogfelag

Fíggjarmálaráðið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið