Volvo hevur um dagarnar víst fram nýggja flaggskipið – S90, sum væntast á norðurlendska markanðin í summar.
Við S90 ætlar Volva at kappast við stórar bilar sum Audi A6, BMW 5-røðina og Mercedes E-klassan.
Søguliga er Volvo mest kent fyri stationvognar og SUV-arar, og hóast Volvo ikki vísir S90 sum annað enn sedan, so er eingin ivi um, at ein stationscar eisini kemur í røðini.
Bilurin er proppfullur av hátøkni. City Safety-skipanin steðgar ikki bara bilinum, tá vandi er fyri samanstoyti við aðrar lutir í ferðsluni, mjúkar sum harðar, men hann er eisini forritaður til at kenna stór djór sum til dømis elgar.
Hann hevur autonomar eginleikar sum adaptiv cruise control og automatiska stýring, sum heldur teg í javnari ferð upp til 130 km/t.
S90 er annar bilur, sum er grundaður á nýggja fjølbroytta plattformin hjá Volvo, sum eisini verður brúktur til XC90.
Toppmodellið T8 fæst eisini í hybrid við 400 hestekreftum.