Her er nýggja venjaratoymið hjá AB

Tað er nýggjur venjari á Argjum, har ein fyrrverandi miðvallari er nýggjur í venjaratoyminum

Dimitrije Jankovic er nýggjur venjari á Argjum. Hann skal standa á odda fyri besta mansliðnum saman við Kára Nielsen, sum verður hjálparvenjari. Afturat teimum verða Rógvi N. Poulsen, sum er kropsligur venjari og spælari, og Heðin Stenberg, ið verður málmansvenjari.

- AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi. Hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic. Dimitrije er kendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið. Eisini var tað Dimi, sum í summar yvirtók 1. deildar liðið og var um reppið at yvirliva í deildini, hóast eina sera trupla byrjan. Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag, skrivar felagið og leggur afturat:

- Afturat Dimitrije verður Kári Nielsen sum hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen sum fysiskur venjari og hjálparvenjari og Heðin Stenberg sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum spælarar, og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð. Rógvi og Heðin hava verið partur av venjaratoyminum seinastu árini. Kári er nýggjur í leiklutinum. Eftir at Kári endaði sína longu yrkisleið sum spælari á Argjum, hevur hann verið aktivur sum barnavenjari. Men nú er Kári klárur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum, skrivar ab.fo.

Av Argjum verður eisini sagt, at liðið nú skal byggjast upp á ungar spælarar. Eitt nú vann AB U21-kappingina. AB flutti í ár niður í næstbestu deildina.