Her er nýggi venjarin hjá HB

Tað verður ein venjari úr Superliguni, sum tekur við hjá HB

Jonas Dal Andersemer nýggjur venjari hjá HB. Hann var seinast venjari hjá AC Horsens, men bleiv koyrdur fyri kortum. Sostatt skifta HB og AC Horsens um venjara, nú Jens Berthel Askou er farin til AC Horsens.

44 ára gamli Jonas Dal hevur seinast verið venjari hjá AC Horsens, har hann tók við eftir Bo Henriksen, ið stóð seg væl eftir umstøðunum. Tað gjørdi Jonas Dal ikki og bleiv fyri kortum koyrdur.

Tó hevur Jonas Dal gott orð á sær, sum ein fryntligur og dugnaligur venjari, ið eisini hevur útmerkað seg sum venjari hjá teimum yngru. Hann var millum annað partur av FC Midtjyllandi, tá felagið setti ungdómsdeildina á stov, har spælarar sum Sonni Ragnar Nattestad, Jákup L. Thomsen, Hanus og Heini Sørensen hava spælt.

Umframt AC Horsens, so hevur Jonas Dal eisini verið høvðusvenjari hjá Esbjerg. Eitt av størstu brøgdunum var hinvegin at fáa Hobro IK upp í Superliguna. HB boðar frá, at stáamálin er galdandi til árslok í 2022.

HB.fo:

Danin Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum.

Jonas er 44-ára gamal, hevur DBU Pro-venjaraútbúgving, og er ein royndur maður í donskum fótbólti. Hann var í nógv ár knýttur at venjaratoyminum hjá FC Midtjylland, har hann m.a. var við til seta fótbóltsakademii hjá FCM á stovn. Í 2013 royndi hann seg sum høvuðsvenjara hjá Hobro IK, sum hann fekk upp í Superliguna. Síðani hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Esbjerg (Superliga), Kjellerup (2. div.), FC Fredericia (1. div.) og AC Horsens (Superliga).

Sáttmálin er galdandi til árslok 2022.