Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur nú sett Lovisu Petersen Glerfoss í starvið sum stjóri fyri Ferðslutrygd, eftir at Brynhild Høgnadóttir herfyri segði starvið frá sær og tók við aðrari avbjóðing.
Lovisa P. Glerfoss er 40 ára gomul og hon er diplomverkfrøðingur í byggitøkni og hevur drúgvar royndir í ferðslutrygdararbeiði. Síðani 2004 hevur hon havt um hendi ferðsluráðgeving og -planlegging, átøk og netverksarbeiði í ferðslutrygd.
Hon hevur verið málsviðgeri í Tórshavnar kommunu við millum snnsð ferðsluplanlegging og var í starvi hjá Gripskov kommunu, sum ferðslutrygdarráðgevari og verkætlanarleiðari í samstarvi við politiið, Vejdirektoriatið og Sikker Trafik. Ein partur av tí var at at bøta um tryggleikan á vegastrekkjum við nógvum skúlabørnum. Í hesi tíðini tók hon prógv sum ferðslugrannskoðari og atkomuleikagrannskoðari.
Síðani 2014 hevur hon verið Tekniskur leiðari í Vága kommunu, har hon millum annað hevur virkað fyri eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Lovisa er limur í byggi- og býarskipanarnevnd landsins umframt at hon umboðar kommununa í Nordisk Vejteknisk Forum.
Lovisa Petersen Glerfoss byrjar í starvinum sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hin 1. desember.