Her er nýggi stjórin í Føroya Føroya Symfoniorkestur

Tað var full semja í stýrinum um , hvør nýggi stjórin skuldi vera

Tað verður Hans Petur í Brekkunum, sum verður nýggjur stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur. Tað var eitt einmælt stýri, sum samtykti at hann skuldi hava starvið, og hann tekur við tann 1. November.  Tað fyrstu tíðina fer hann at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.

Tíggju umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað í fýra ár og kann verða longt fýra ár í senn.

Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur var hann tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann verið leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.   

Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London. 

Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi. Endamálið er eisini, við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi, at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki, og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Orkestrið spælir eini 5-6 konsertverkætlanir um árið.