B68 hevur í dag gjørt ein tvey ára sáttmála við Chris Jastrzembski. Hann er úr Póllandi‚ men hevur mest spælt í Týsklandi. Hann spældi við í venjingardystinum móti ÍF og gjørdi tað somikið væl, at partarnir nú hava gjørt sáttmála fyri komandi tvey árini.
Chris Jastrzembski kemur úr fimtbestu deildini í Týsklandi, har hann hevur spælt við Husumer SV. 24 ára gamli póllendingurin er føddur í Rendsburg í Týsklandi, men hevur spælt 10 dystir fyri pólsk ungdómslandslið.
Øssur Hansen, høvðusvenjari, hevur í samrøðu við FM1 í Fótbóltspanelinum, sagt at B68 leitar edtir styrki til komandi kappingarár, nú toftamenn aftur eru í bestu deildini. Tilgongdin telur millum annað Lukasz Cieslewicz, Hjalta Strømsten, Erlend Jacobsen og Steffan A. Løkin.
##med2##