Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, er nýggjur formaður í SEV stýrinum. Tað er greitt, nú nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin í morgun.
Í stýrið vórðu valdir:
Kári Johansen, Tórshavnar kommuna
Haraldur Símunarson Hammer Sunda kommuna
Oddmar á Lakjuni, Klaksvíkar kommuna
Súni Jacobsen, Sørvágs kommuna
Poul Clementsen, Sands kommuna
Sonni Lamhauge Petersen, Runavíkar kommuna
Niclas Hentze, Sumbiar kommuna
Á fundinum skipaði stýrið seg við Kára Johansen sum formanni og Haraldi Hammer sum næstformanni.
##med2##
Kári Johansen er nýggjur í kommunupolitikki. Hann varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu á býráðsvalinum 10. november. Spurdur hvørji hjartamál hansara eru í SEV stýrinum sigur hann, at tað sjálvandi fyrst og fremst er grøna leiðin.
– Og síðani hava vit avbjóðingarnar við landstreymi til skip, sum er ein stór avbjóðing hjá kommununum. Her má SEV vera ein viðspælari, og so avbjóðingarnar sum elektrifiseringin av bilunum hevur við sær, sigur Kári Johansen, sum tó sigur seg ikki vilja siga so nógv enn, tí nevndin als ikki hevur tosað saman um framtíðina enn.
Fyrsti nevndarfundur hjá nýggja stýrinum verður 26. februar.