Her er HM hópurin hjá Brasil

Fleiri stórar stjørnur mugu sita uttanfyri og hyggja at, tá Brasil skal spæla HM í summar.

Braslienski landsliðsvenjarin Luiz Felipe Scolari setti í dag navn á teir 23, sum skulu umboða Brasil til HM endaspælið í Rio de Janeiro í summar.

 

Millum stóru stjørnurnar, ið ikki fingu pláss í hópinum, kunnu nevnast Kaká, Robinho og Ronaldinho. Tað var tó ikki væntandi, at teir skuldu fáa pláss í hópinum.

 

Ein annar leikari, ið heldur ikki var millum teir útvaldu, er Liverpool leikarin Philipe Coutinho, ið annars hevur havt eitt framúr gott kappingarár í Premier League.

 

Aðrir kendir brasilianskir leikarar, ið heldur ikki komu við í hópin kunnu nevnast Lucas Leiva, Lucas Moura, Rafael da Silva og Felipe Luis. 

 

Brasil er í bólki A til HM endaspælið í summar saman við Meksiko, Kroatia og Kamerun.

 

 

Hópurin hjá Brasil:

 

 

Málmenn : Julio César, Jefferson, Victór.

 

Verjuleikarar : Dante, David Luiz, Thiago Silva, Henrique, Dani Alves, Maicon, Marcelo, Maxwell.

 

Miðvallarar : Fernandinho, Hernanes, Luiz Gustavo, Oscar, Paulinho, Ramires, Willian.

 

Áleyparar : Bernard, Hulk, Jo, Fred, Neymar.