Her er hjálparvenjarin hjá FC Suðuroy

FC Suðuroy hevur sett navn á mannin, sum skal hjálpa Jón Paula Olsen hetta kappingarárið

 

Eftir nøkur ár í næstbestu deildini, er felagsliðið úr sunnaru hálvu av Suðuroynni nú aftur í Effo-deildini.

 

Venjari hjá FC Suðuroy hetta kappingarárið er Jón Pauli Olsen. Og nú er navn sett á mannin, sum skal vera hjálparvenjari hjá Jón Paula hetta kappingarárið.

Tað er fyrrverandi TB og VB leikarin, Tórður Wiberg Holm, ið verður hjálparvenjari hjá FC Suðuroy í 2015.

 

Tað boðar FC Suðuroy frá á facebook bólkinum hjá felagnum.

 

45 ára gamli Tórður Wiberg Holm var í ár 2000 við til at vinna FM heitið við VB.