Esbjerg fb hevur sett 53 ára gamla Troels Bech sum venjara, eftir at Lars Olsen bleiv uppsagdur í gjár. Navið á HB-venjaranum, Jens Berthel Askou, hevur eisini verið nevnt.
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, náddi bara at standa á odda fyri 12 dystum í Superliguni, áðrenn spælararnir boðaðu frá, at álitið til Lars Olsen var rokið.
Troels Bech hevur drúgvar royndir sum venjari, men seinastu árini hevur hann verið ítróttarstjóri hjá Brøndby IF og annars hugsavnað seg um familjuna. Hann var millum annað venjari hjá júst Esbjerg fb frá 2006 til 2008.