Her er avloysarin hjá Eriksen

Premier League: Tottenham hevur verið í Hollandi og funnið avloysarin til Christian Eriksen

Tottenham hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt Steven Bergwijn frá PSV Eindhoven. Bretskir miðlar skriva at prísurin liggur um 240 milliónir krónur.

Steven Bergwijn er ein 22 ára gamal framrættaður spælari, sum eisini hevur roynt seg á hollendska landsliðnum. Hann er fyri tað mesta ein vongur, men viðmerkjarar halda at hann eisini kann spæla í álopinum, nú Harry Kane er skaddur. Hartil verður sagt, at hann er ein spælari, sum væntandi passar væl til korpsligu krøvini í Premier League.

Steven Bergwijn skal spæla við nummar 23 á rygginum. Í so máta er hann maðurin, sum skal avloysa danska Christian Eriksen, ið skifti til Inter Milan í gjár. Sáttmálin er galdandi fram til 2025.