Hóast eingin kundi veita teimum fulla trygd, vildu hjúnini sleppa at vitja staðið, har teirra einasta barn, tann 25 ára gamla Fatima, doyði, tá Malaysia Aerlines Flight MH17 varð skotið niður. Fatima doyði saman við hinum 297, sum vóru í flogfarinum.
-Fatima var so lívsglað, og eg eri vís í, at hon vildi havt okkum at koma higar, segði mamman, Angela Rudhart-Dyczynski. Hon og maðurin, Jerzy Dyczynski, kundu ikki halda tárunum aftur, tá tey gingu millum vrakpettini av flogfarinum.
Bardagarnir millum ukrainska herin og russiskar loysingarmenn hava órógvað teir, sum eru komnir til Ukraina at kanna staðið, har leivdirnar av tí malaysiska flogfairnum liggja. Altjóða granskingarliðið hevur eisini havt ilt við at fáa atgongd til vanlukkustaðið, tí loysingarmenninir hava darvað teimum, sigur OSCE. Í dag skuldu nakrir granskarar koma afturat úr Niðurlondum og Avstralia.
Higaril hevur meiri rnn 200 lík flutt úr Ukraina til Niðurlond, har tey skulu kanast og eyðmerkjast.