Fiskaaling herðir nú stríðið móti lúsapláguni og søkir eftir einum lúsateljara.
Arbeiðsuppgávurnar hjá lúsateljaranum eru í fyrsta lagi at luttaka í toyminum av kanningarfólki, ið dagliga ferðast kring landið og kanna støðuna viðvíkjandi lús og táknubroytingum á laksi.
Kannað verður á skipaðan hátt, og úrslitini verða fráboðað vinnuni so hvørt. Kanningarnar eru eitt nú liður í breiða stríðnum móti lús.
- Lúsin er ein avbjóðing í vinnuni, og vitan um gongdina er ein fyritreyt fyri átakinum at temja hesa náttúruavbjóðing.
Fiskaaling vísir neyvari á, at uppgávurnar hjá lúsateljaranum eisini verða at luttaka í fiskarøkt og rognaframleiðslu og at luttaka í granskingar-og menningararbeiði hjá stovninum.
Førleikar til starvið eru, at tú ert tænastusinnaður og hevur hug at arbeiða við fólki. Tú skalt hava praktiskt skil, sum tað verður rópt, og tú skalt duga væl at leggja til rættis.
Hevur tú áhuga fyri at savna inn dáta og vitan og hevur virðing fyri tagnaðarskyldu og trygd eru hetta eisini fyrimunir til starvið sum lúsateljari.
- Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at finna á heimasíðu okkara - www.fiskaaling.fo - sigur stovnurin við høvuðssæti við Áir og virksemi í Nesvík og í Skopun.