Herða stríðið ímóti fíggjarmálaráðnum og Havnar Arbeiðsmannafelag

Portørarnir fara nú at herða stríðið fyri at sleppa úr Havnar Arbeiðsmannafelag

Portørarnir í heilsuverkinum fara nú at herða stríðið fyri at sleppa úr Havnar Arbeiðsmannafelag, so at teir kunnu gerast fullgyldigir limir í Starvsmannafelagnum.

Mánadagin er ætlanin, at allir portørarnir, sum hava meldað seg inn í Starvsmannafelagið, skulu hittast á fundi og har fara teir at leggja taktikkin fyri, hvussu tað kann lata seg gera.

Hvat fer at henda og, hvørji stig verða tikin, kann hann onki siga um enn.

Ásbjørn Knudsen, sum er talsmaður hjá portørunum í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað einasta, sum er heilt vist er tað, at teir fara ikki at sleppa málinum nú.

- Vit fara ikki at gevast, fyrrenn vit hava fingið okkara rætt, sigur hann.

Stríðið snýr seg um, at í eini 40 ár hava allir portørar í Føroyum verið limur í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Sostatt er tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur samráðst við landsstýrið og fíggjarmálaráðið um sáttmálar fyri portørarnar.

Men nú hava yvir 40 av teimum umleið 50 portørunum meldað seg upp í Starvsmannafelagið, tí teir halda, at tað tænir teimum betri.

Men Havnar Arbeiðsmannafelag vil ikki sleppa samráðingarrættinum og fíggjarmálaráðið er samt í, at so leingi bara ein tann einasti portørur eru eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag, er tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eigur sáttmálaøkið.

Men hetta vilja portørarnir í Starvsmannafelagnum ikki góðtaka og nú hava teir boðað frá, at teir eru til reiðar at leggja arbeiðið niður fyri at fáa sín vilja og mánadagin fara teir at tosa um, hvørji tey næstu stigini vera.