Talan er um næst størsta vinnin í danmarkarsøguni, men enn hevur hepni vinnarin ikki latið hoyrt frá sær.
Onkrastaðni í Danmark er ein rættiliga heppin dani, sum er vorðin 148 milliónir krónur ríkari. Tí tað er ein danskur lottoseðil, sum hevur vunnið høvuðsvinningin í Eurojackpot hetta vikuskiftið.
Tað upplýsir Danske Spil í tíðindaskrivi.
Virðismikili vinnaraseðilin varð keyptur í einum Spar-handli í Skallerup nærindis Hjørring.
Vinnaratølini vóru 1, 14, 17, 24 og 50. Stjørnutølini hesa vikuna vóru 8 og 9.
Ítøkiliga upphæddin, sum viðkomandi hevur vunnið er 148.183.435 krónur.
Vinningurin er tann næststørsti í danmarkarsøguni. Tann størsti – sum var upp á 315 milliónir krónur – varð vunnin í 2015.
Hesir báðir størstu lottovinningar vórðu báðir vunnir í spælinum Eurojackpot, sum hevur veri til síðani 2012. Her spæla fólk úr nógvum evropiskum londum, og tí verður vinningurin eyka stórur.
Hesa vikuna hava trý fólk vunnið annanvinning, so tey hváa 5,8 milliónir krónur hvør. Seðlarnir eru keyptir í Bayern, Hamburg og Once í Spania.
/ritzau/
Ein seðil keyptur í einum Spar-handli í Skallerup í Norðurjyllandi vann stóra vinning í Eurojackpot
Mynd: Free/Danske Spil/arkiv