Á hesum stað er áður víst á, at tað ber ikki til at seta íløgurnar í eini kommunu eftir fólkaatali. Í summum kommunum er tørvur á og møguleiki at gera vinnuligar íløgur. Íløgur, sum kunnu kasta nakað av sær og geva arbeiði til fleiri hendur. Hesar íløgur hava størri týdning enn íløgur, sum bara hava til endamáls at gera eitt ella annað, tí kommunan er soleiðis fyri, at hon eigur pening á bók. Kanska tí hon ongar íløgur áður hevur gjørt í vinnuna ella í arbeiði, sum eru fyritreyt fyri vinnu
ligum virksemi.
Tað er rætt, at Fíggjarmálastýrið setir upp ein karm, sum tær kommunalu íløgurnar skulu vera innanfyri. Men tá tað er neyðugt at avmarka íløgurnar, má raðfestast. Og so er spurningurin, hvussu vit skulu raðfesta. Sjálvandi skulu vit raðfesta í trivnað, barnagarðar, reint vant o.s.fr. Tó skerst ikki burt, at í hesum árunum - eftir kreppuna og nú vit fyrireika okkum til størri sjálvbjargni - er neyðugt at raðfesta íløgur, sum eru við til at fjøltátta vinnuna og skapa vinnuni neyðugu fyritreytirnar, fram um alt annað.
Á hesum stað er ofta sagt, at vit hvørki varðveita ella byggja út vælferðarsamfelagið, um vit ikki hava ein sterkan og meiri fjølbroyttan búskap, enn vit hava ídag. Grundarlagið undir búskapinum er vinnan, og hon má styrkjast og gerast meiri fjølbroytt og dynamisk.
Eina slíka raðfesting ber ikki til at gera eftir fólkatali í teimum ávísu kommununum. M. a. tí at summar kommunur nærum bara senda fólk til arbeiðis í øðrum kommunum. Harafturat kann eisini hugsast, at summar kommunur eru fult útbygdar á flest øllum økjum. Tí má raðfestast út frá heilt øðrum kriterium, tá tað næstu ferð skal ásetast, hvussu stórar kommunalu íløgurnar skulu vera, og hvussu tær skulu býtast millum tær ymisku kommunurnar. Íløgukarmur og raðfestingin má gerast út frá einum heildarsjónarmiði og ikki tilvildarligum fólkatali.
Men gongd er sett á sum liður í at bøta fíggjarligu stýringina - eitt stórt framstig - og tað skuldi borið til í framtíðini at býta og raðfesta íløgurnar meiri skynsamt.