Henry kláraði læknaroyndina

Thierry Henry er nú alment Barcelona-leikari, eftir at hann í gjár kláraði ta obligatorisku læknaroyndina.

Læknin hjá Barcelona, Richard Prune, sigur, at alt er í lagi hjá Henry, og har er einki sum tíðir uppá, at Henry ikki kann gerast ein partur av liðnum hjá Barcelona. Barcelona hevur goldið Arsenal 180 mió. kr. fyri sterka franska áleyparan, og Henry kemur afturat hópinum tann 21. juli, tá spanska stórfelagið byrjar fyrireikingarnar til komandi kappingarár.