Henrik ætlar sær ongan veg

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, er saman við John Faxe Jensen undir stórum trýsti í Randers. Í fleiri dagar hava donsku bløðini skrivað, at uppsøgnin til teir báðar er á veg, men við bold.dk sigur Henrik Larsen, at hann ikki ætlar sær nakran veg. – Mær dámar væl mítt arbeiði, og eg vóni eisini, at teimum dámar mátan, sum vit arbeiða uppá. So eg havi als ikki hugsað tankan um at fara nakran veg sjálvur, sigur Henrik Larsen.