Nýggja landsstýrið verður ikki almannakunngjørt fyrr enn á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10, men so frægt vit á Miðlahúsinum duga um at meta, verður landsstýrið soleiðis mannað.
Aksel V. Johannesen verður løgmaður.
Rigmor Dam verður mentamálaráðharri.
Eyðgunn Samuelsen verður almannamálaráðharri.
Henrik Old verður innlendismálaráðharri.
Høgni Hoydal verður fiskimálaráðharri.
Kristina Háfoss verður fíggjarmálaráðharri.
Sirið Stenberg verður heilsumálaráðharri.
Poul Michelsen verður vinnumála- uttanríkisráðharri.
Páll á Reynatúgvu verður løgtingsformaður.
Harumframt skilir in.fo, at tað verður Framsókn, sum fær formanssessin í fíggjarnevndini.
Tað er vert at leggja til merkis, at tað er full javnstøða í Tinganesi, fýra menn og fýra kvinnur.